Ein smakkur av Bourgogne í Hallartúni. Kom til eitt ógloymandi kvøld við víni úr heimsins fremsta vínøki og sergjørdari matskrá.

Upplivingin & Víntænarin

Vit bjóða tær vælkomin til eitt serstakt kvøld við Bourgogne í miðdeplinum. Ólavur í Búrstovu, útbúgvin Sommelier, við royndum frá m.a. Mielcke & Hurtigkarl og KOKS, leiðir okkum gjøgnum eitt framúr úrval av víni.

Vínini & Matskráin

Vit byrja við brellbitum og halda fram við seks rættum, sum millum annað fevna um Jákupskeljar, Ravioli við hummara, Filet Mignon og Cannelloni. Hvør rættur er væl valdur til gott vín frá sera góðum vínhúsum sum;

  • Philippe Pacalet
  • Pascal Robin
  • Marcel Lapierre
  • Clos de la Chapelle
  • Domaine Trapet.

Tryggja tær pláss
(Early Bird)

Plássini eru avmarkað til hetta eksklusiva tiltakið. Tryggja tær og tínum vinum eina dýrabara matuppliving í Hallartún hin 2. mai. Bíleggur tú tíðliga, fært tú serprís á kvøldinum. Vanligur prísur er 2.095,- men fram til 17. apríl er møguligt at nýta okkara Early Bird tilboð.

Bourgognekvøld