SJÓMATUR & SJAMPANJA

28. mars í 2026 skipar Hallartún fyri forkunnugum kvøldi við kenda danska kokkinum Per Thøstesen frá matstovuni Bistro Boheme og víðagitna sjampanjuhúsinum Pol Roger, kend sum yndissjampanjan hjá Sir Winston Churchill.

Saman fara Per Thøstesen og Teitur Christensen at gera eina 8 rætta sermatskrá úr øllum teimum bestu
føroysku sjórávørunum, umframt útvaldum útlendskum vørum, so sum trøflur og kaviar. Afturvið frálíka matinum verður ein riðil av ymiskum sjampanjum frá Pol Roger, umframt onnur hóskandi vín.

Arthur frá Pol Roger kemur at skeinkja okkum teir gyltu droparnar og greiða okkum frá søguni um húsið, tilknýtið til
Sir Winston Churchill og tilgonginda og tankarnar handan teirra sjampanju.

PER THØSTESEN

Per Thøstesen er ein av teimum kokkunum, sum hevur sett sín greiða dám á donsku matmentanina. Við stórum ágrýtni innan kokkayrkið fekk hann sum ungur starv á víðagitnu fronsku matstovuni hjá Paul Bocuse. Her byrjaði alskurin og virðingin fyri klassiskari franskari matgerð av álvara. Í 20 ár var hann kokkur hjá danska fótbóltslandsliðnum, samstundis sum hann hevur rikið sína egnu matstovu, Bistro Boheme, ein fronsk bistro, sum varð kosin besta bistro/brasserie í Danmark í 2009, 2012, 2016 og 2020. Vitanina og royndirnar hevur hann eisini savnað í fleiri bókum um matgerð, har klassiskt handverk og nútímans hugsan ganga hond í hond.

POL ROGER KEMUR Á GÁTT

Pol Roger er meira enn bara sjampanja. Pol Roger er ein partur av søguni. Sir Winston Churchill hevði Pol Roger sum yndissjampanju, og sambandið millum hann og sjampanjuhúsið er vorðið ein týðandi partur av Pol Roger arvinum. Í fleiri ættarlið hevur sama familja rikið sjampanjuhúsið, so dygdir og siðvenja eru í høvrjari fløsku.